U17-kvinnurnar taptu fyrsta dystin í undankappingini

U17-landsliðið tapti 1-2 fyri Lettlandi

Mynd: FSF

Tíðliga seinnapartin í dag spældi føroyska U17-kvinnulandsliðið fyrsta dystin í EM-undankappingini á heimavølli.

 

Mótstøðuliðið í dag var Lettland, ið vann dystin 2-1. Silja Ragnarsdóttir Trier skoraði føroyska málið tá 20 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki.

 

Føroyar-Lettland 1-2 (0-1)

 

0-1 Gabriela Andersone (41.)

 

0-2 Gabriela Andersone (54.)

 

1-2 Silja Ragnarsdóttir Trier (64.)

 

Í sama bólki vann Rumenia seinni í dag 2-1 (2-0) á Georgia.

 

Rumenia og Lettland hava sostatt trý stig hvør, meðan Føroyar og Georgia einki stig hava.

 

Mikudagin 20. mars

Kl. 13:00 Føroyar – Georgia

Kl. 17:00 Rumenia – Lettland

 

Leygardagin 23. mars

Kl. 17:00 Føroyar – Rumenia

Kl. 17:00 Georgia – Lettland (á Ovara vølli í Gundadali)

 

Allir dystirnir verða vístir í Televarpinum, og á Youtube rásini hjá FSF.

 

 

 

Mynd: FSF