U17 landsliðið er úttikið

Pætur Clementsen og Áki Johansen hava tikið út 18 leikarar, sum skulu umboða Føroyar á Aberdeen International Football Festival

Fótbóltur

 

Tað hevur verið fastur táttur hjá U17 landsliðnum seinnu árini, at liðið fer á venjingarlegu í Aberdeen, áðrenn NM er á skránni. Talan er um eina altjóða kapping, at leikararnir skulu royna seg móti leikarum úr ymsum londum.

Venjararnir Pætur Clementsen og Áki Johansen hava tikið út teir 18 leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í hesu kapping. Teir eru:

Teitur Gestsson, Sørmundur A. Kalsø, Helgi Samson, Johan Jacobsen, Ivan Joensen og Heðin Klakstein úr KÍ.

Bárður Hansen úr Víkingi. Jónberg á Mýrini, Andras B. Vágsheyg, Hallur Hansson, Gilli Sørensen, Jógvan Skeel Nolsøe, Páll Holm Jacobsen og Sørin N. Samuelsen úr HB. Eli F. Nielsen og Holgar Durhuus úr 07 Vestur. Bogi Petersen úr ÍF og Kristian Joensen úr NSÍ.