U17-landsliðið til Týsklands í morgin

Í morgin fara 18 leikarar við føroyska U17-landsliðnum til Týsklands at leika EM-undankapping. Ferðalagið flýgur tíðliga í morgin til Kastrup, har teir seinnapartin flúgva víðari til München.

Liðið er so gott sum fullmannað til stóru avbjóðingina. Tó má landsliðsvenjari Pætur Clementsen síggja burt frá Jóan Símuni Edmundsson, sum er skaddur. Í hansara stað er komin Jens M. Jensen úr EB/Streymi.

Harafturat er Heini Vatnsdal ivasamur vegna skaða, men hann verður við ferðalagnum.

 

Á ferðini skal føroyska liðið leika tríggjar dystir:

25. okt. kl.11: Týskland - Føroyar

27. okt. kl.14: Føroyar - Rumenia

30. okt. kl.15: Svøríki - Føroyar

 

Dreingirnir, ið manna føroyska liðið, eru hesir:

Róaldur Jacobsen B36, Hallur Hansson, Kristin R. Mouritsen, Rógvi Sørensen HB, Teitur M. Gestsson, Sørmund Kalsø, Dánjal Pauli Lervig KÍ, Hugin Albinus, Heini Vatnsdal, Gilli Sørensen, Hanus Mortensen, Mikal Jespersen VB/TB, Monrad H. Jacobnsen NSÍ, Jens M. Jensen EB/ST. Bjarti Hansen FSV04, Karl Løkin Randers FC, Viljormur Davidsen OB og Jógvan Rói Davidsen AaB.