U17 landsliðið fekk góða byrjan upp á millumspælið

Føroyar vunnu 31-27 á Litava í fyrsta dystinum í millumspælinum

Mynd: HSF

Tíðliga í morgun vann føroyska U17 manslandsliðið fyrsta dystin í niðara millumspælinum í European Open kappingini í Göteborg.

 

Mótstøðulið var Litava. Føroyar vunnu 31-27. Í steðginum var støðan javnleikur 15-15.

 

Jákup Egholm og Rúnar Hammer skutu níggju mál hvør. Jákup Egholm er toppskjútti í kappingini við 37 málum.

 

Í kvøld klokkan 18.30 spæla Føroyar móti Noregi.

 

Í niðara millumspælinum verður spælt um endastøðurnar millum nummar 9 og nummar 20. Føroyska liðið var akkurát ov stutt at koma víðari til millumumfarið hjá átta teimum bestu liðunum.

 

Málskjúttar: Jákup Egholm 9, Rúnar Hammer 9, Magnus Árason 3, Lýðar í Dímun 3, William Napoleon Djurhuus 2, Filip Haldansen 2, Torkil Debes Dahl 1, Jógvan Andreas Lamhauge 1, Helgi Jacob Halldórsson 1. 

 

Mynd: HSF