Seinast í juli fara 16 tey fremstu U17-manslandsliðini í hondbólti at kappast á Evropeisku Olympisku Ungdómsleikunum í Slovenia. Men í mun til úrslitini, har liðini hava kvalifiserað seg ítróttarliga til leikirnar manglar eitt lið.
Níggjunda plássið Føroyar tryggjaðu sær á EM-endaspælinum fyri U18-manslandslið í fjør summar merkir ítróttarliga, at vit kvalifiseraðu okkum til Evropeisku Olympisku Ungdómsleikirnar í Slovenia.
Men hurðin er kortini stongd fyri okkum. Tað er manglandi olympiska viðurkenningin, ið aftur spøkir, sum so mangan fyrr.
Í HSF hava tey spurt seg fyri hjá evropeiska hondbóltssambandinum um hví Føroyar aftaná níggjunda plássið í U18-EM-endaspælinum í fjør ikki sleppa við til EOU í Slovenia, tá vit ítróttarliga hava kvalifiserað okkum til olympisku ungdómsleikirnar.
Svarið HSF fekk frá EHF var hetta:
##med2##
##med3##
Ein slík kapping hevði verið ein fantastisk uppliving og menning fyri U17-landsliðið, men so leingi manglandi olympiska viðurkenningin spøkir gerst einki.