Fyrr í dag gjørdist tað greitt, hvørjum U-17 landsliðið hjá dreingjum skulu móti komandi ár í UEFA Elite Round, sum altso er rundan fyri tey londini sum spældu seg víðari úr bólkaspælinum í heyst. Har skulu U-17 dreingirnir møta Írlandi, Kypros og Slovakia, sum á pappírinum er eitt gott lutakast fyri U-17 landsliðið.
Men í dag er eisini greitt, hvørjum U-17 og U-19 landsliðið skulu spæla móti seint í komandi komandi árið, tá teir skulu avstað at spæla EM-undankappingar.
Felags fyri bæði U-17 og U-19 landsliðið er, at tey eru komin í sama bólk sum Ísland.
Í bólkinum hjá U-17 landsliðnum er Føroyar í bólki saman við Russlandi, Íslandi og Finnlandi, meðan U-19 dreingirnir eru komnir í bólk saman við Onglandi, Bulgaria og Íslandi.
U-17 dreingirnir spæla á leið í oktober mánað komandi ár, meðan U-19 dreingir spæla í november mánað.