17 ára gamli miðverjin úr 07 Vestur, Dann Fróðason, fekk seg av álvara royndan, tá U17 landsliðið tapti 2-0 fyri Skotlandi. Hann er ein av trimum miðverjum á liðnum, sum allir eru yvir 190 sentimetrar.
- Hetta er stórt og tað føla vit eisini tá vit spæla. Tað eru stórir spælarar, sum vit spæla móti. Eitt nú talentini úr Onglandi og Fraklandi, sigur Dann Fróðason.
Les eisini: Vit gita liðið móti Fraklandi
Eisini skotar vóru ein stórur biti, men miðverjin heldur at vit kundu fingið minst eitt stig, um tað gekk eitt sindur betri at halda málið reint.
- Teir vóru harðir og tað sæst, at teir venja hart. Tað var ein harður dystur, men vit høvdu kanska kunnu gjørt okkurt við teir. Høvdu vit hildið teir í fimm ella tíggju minuttir afturat, so vænti eg vit høvdu tikið minst eitt stig, sigur Dann Fróðason.
Hann er eisini til reiðar at takast við fraklendingar í morgin. Frakland tapti púra óvænta 3-2 fyri Ungarn í fyrsta dystinum í bólkaspælinum.
Les eisini: (Rás2) Ferðafrásøgn úr Kroatia
- Nú taptu teir fyrsta dystin, men eg vænti at teir eru betri enn tað. Teir koma sum eitt ódnarveður og eru helst betri spælarar enn Skotland, men kanska teir ikki eru so rennisterkir. Kanska tað kann hjálpa okkum eitt sindur, sigur Dann Fróðason.
Hann leggur afturat, at næst mál hjá honum er at koma á besta liðið hjá 07 Vestur.