U17: Ísland vinnari av NM í Føroyum

Ísland hevur í dag vunnið Norðurlandameistarakappingina, sum hevur verið í Føroyum

Ísland er fyri aðru ferð vinnari av Norðurlandmeistarakappingini fyri U17 landslið við dreingjum. Ísland vann í dag 1-0 eftir longda leiktíð móti Finnlandi í finaluni, sum bleiv spæld á Tórsvølli.

Ísak Bergmann Jóhannesson gjørdist stóra hetjan, tá hann í longdu leiktíðini stútaði bóltin í finska málið. Ísland vann millum annað móti Føroyum á vegnum til NM-sigurin. Tá vunnu teir 2-1 við máli langt inni í yvirtíðini.

Føroyar spældi fyrr í dag um 5. og 6. plássið. Her vunnu svenskarar greiðan 3-0 sigur, sum merkir at Føroyar eru nummar seks av átta. Tað er bara triðju ferð, at tað er eydnast einum føroyskum liði at sleppa undan at spæla um aftastu plássini.

NM-kappingin fyri U17 landslið er sætta hvørt ár í Føroyum.