Eftir 6-0-tap ímóti Írlandi og 4-0-tap ímóti Íslandi, skuldu føroyska U17-landsliðið hjá gentum í kvøld spæla seinasta EM-undankappingardystin í Cork, Írlandi.
Dysturin var ímóti Hvítarusslandi, sum eins og Føroyar hevði tapt báðar sínar fyrstu dystir í kappingini.
Mona Rasmusdóttir, sum spælir við ÍF/Víkingi, legði Føroyar á odda 1-0 longu í 3. minutti, og hóast Hvítarussland javnaði í 19. minutti, so var Mona Rasmusdóttir aftur á blettinum bara tveir minuttir seinni og legði Føroyar á odda 2-1.
Hóast tær føroysku vóru nakað trýstar ímóti dystarenda, so megnaðu tær at halda tætt og fingu ein 2-1-sigur í hús. Tær enda tískil nummar trý í EM-undankappingarbólkinum.