U18 EM: Boas er deildur toppskjútti við 56 málum

Í morgin klokkan 11 spæla Føroyar móti Norðurmakedonia

Mynd: Eurohandball

Boas Ellefsen á Skipagøtu er saman við ísraelanum, Yonathan Pelach deildur EM-toppskjútti í U18 EM-endaspælinum í Serbia.

 

Teir hava báðir skotið 56 mál, og báðir hava við liðum sínum tríggjar dystir eftir í kappingini.

 

Í morgin klokkan 11 skuldu Boas og liðfelagarnir á føroyska U18-landsliðnum spæla týðandi dyst móti Norðurmakedonia.

 

Vinna Føroyar hava okkara tryggjað sær sætið millum 12 tey fremstu liðini í kappingini, og harvið pláss í U19 HM-endaspælinum komandi summar.

 

Portalurin stroymir dystin. Frásøgnin kann hoyrast á FM1.

 

HER eru EM-toppskjúttarnir:

 

##med2##

 

Mynd: Eurohandball

Kelda: Eurohandball