U18 EM: Vunnu greitt á Serbia - Hava vunnið seg í Topp 12

Okkara ótrúliga U18 manslandslið hevur vunnið seg til U19 HM-endaspælið í 2023

Óli Mittún var aftur stórspælandi í dag, og skoraði heili 13 mál

Okkara ótrúliga U18-manslandslið gjørdi tað aftur. Fyri løtu síðani vunnu teir greiðan 29-24 sigur á Serbia við einum serliga framúr góðum avriki í seinna hálvleiki.

 

Serbia var á odda 15-14 í steðginum. Alaksandar Lacok hevði hópin av góðum bjargingum, og sum ikki einaferð gekk Óli Mittún undan. Í dag bumbaði Óli 13 bóltar í málið hjá Serbia. Óli hevur higartil skotið 50 mál í fýra dystum í EM-endaspælinum í Montenegro. Serliga avgerandi løtan var tað okkara menn við støðuna 21-21 koma upp á eina 24-21 leiðslu. Eftir tað kom Serbia ongantíð nærri enn 23-25. Tá negldu okkara menn fyri og vunnu seg upp á 28-23. 

 

Óli Mittún var aftur í dag valdur av EHF at vera besti føroyski leikarin. 

 

Úrslitið merkir, at Føroyar hava longu nú vunnið seg víðari at spæla um endastøðurnar millum nummar 9 og 12. Hetta merkir, at okkara menn hava vunnið seg til U19-HM endaspælið komandi summar. Tað merkir eisini, at Føroyar vera við til komandi U18 EM-endaspælið í 2024. 

 

Frakland og Slovenia leiktu javnleik 25-25 (14-15) fyrr í dag, og tey kunnu í mesta lagi fáa trý stig. Føroyar hava longu fýra stig. 

 

Føroyar hava fýra stig í millumbólki 2. Serbia hevur tvey stig, meðan Frakland og Slovenia hava eitt stig hvør. 

 

Serbia-Føroyar 24-29 (15-14)

 

Føroyar: Óli Mittún 13, Búi Poulsen 4, Ísak Vedelsbøl 4, Tróndur Johnsson 3, Rókur Ziskason 3, Trúgvi Hávardsson 1, Rói Hjaltason 1. 

 

Óli Mittún var aftur stórspælandi í dag, og skoraði heili 13 mál