U18-kvinnurnar moyrar í dag

U18-landsliðskvinnurnar, sum eru við í European Open-kappingini í Göteborg í Svøríki, hava nú bara ein dyst eftir at spæla. Hann verður í morgin ímóti Eysturríki, sum Føroyar fyrr í kappingini hava tapt fyri við fimm málum.

Í millumrunduni hava kvinnurnar í dag vunnið 27-20 á Finnlandi, men hinvegin tapt 20-30 fyri Litava, og tí er dysturin ímóti Eysturríki í morgin dystur um 15. plássið í kappingini, sum telur 18 landslið.

Flemming Oliver Jensen er landsliðsvenjari hjá U18-kvinnunum, og hann heldur eina orsøk til tapið fyri Litava í dag vera, at fleiri av føstu spælarunum vóru blivnir heldur moyrir eftir teir nógvu dystirnar.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Flemming Oliver Jensen.