U18 landsliðsspælari brotið beinið

Fótbóltur: Ein av málsóknastu U-18 monnunum hevur givið avboð til ferðina til Finnlands

Um mánaðarskiftið skal U-18 landsliðið til Finnlands at taka lut í EM undankapping, og í síðstu viku høvdu vit nøvnini á teimum átjan spælarunum, sum venjarin, Jógvan Martin Olsen, hevði úttikið til ferðina.

Millum spælararnar var Jan Nónklett úr NSÍ, sum hevur verið mettur at vera upplagt evni til eitt álopspláss. Men nú er greitt, at Jan Nónklett fer ikki saman við tvíburðabeiggjanum, Ken, og hinum spælarunum til Finnlands.

Í seinna semifinaludystinum, sum unglingarnir hjá NSÍ spældu móti HB í Gundadali mánakvøldið, var tað so óheppið, at Jan Nónklett var skaddur, og týsdagin varð staðfest, at eitt bein er brotið í fótinum. Dómurin er, at fóturin skal liggja í gipsi í fýra vikur, og tað vil siga tað sama sum, at fótbóltsárið hjá málsókna NSÍ spælaranum er liðugt.

At talan er um dyggan smeit verður undirstrikað av, at Jan hevur skorað níggju mál í teimum fimm venjingardystunum, sum U-18 dreingirnir hava spælt.

Sum tað er nevnt aðra staðni í ítróttinum, so spældu NSÍ unglingarnir seg mánakvøldið í finaluna í landskappingini, og nú hevur ein av liðfeløgunum hjá Jan Nónklett fingið landsliðsboð. Jógvan Martin Olsen hevur sent boð eftir Rúna Rasmussen at koma við til Finnlands.

U-18 landsliðið fer av landinum annan sunnudag, og føroyska liðið skal mánadagin, mikudagin og fríggjadagin í aðru viku spæla móti ávikavíst Albania, Ungarn og Finnlandi.