U18-landsliðið hjá kvinnum úttikið

Landsliðsvenjararnir, Simon Olsen og Christoffur Gert Nielsen, hava úttikið hesar  16 spælarar til dystirnar móti Íslandi 4. og 5. juni í Íslandi

Landsliðsvenjararnir, Simon Olsen og Christoffur Gert Nielsen, hava úttikið hesar  16 spælarar til dystirnar móti Íslandi 4. og 5. juni í Íslandi. Føroyska liðið spældi eisini tveir venjingardystir móti Íslandi í 2020, og tá vunnu liðini hvør sín dyst. Í 2021 luttók hetta liðið í EHF Championship kapping í Georgia og fekk liðið góð úrslit. Føroyska liðið spældi fyrst javnleik móti Serbia og sigraði síðani á Estlandi og Italia í innleiðandi bólkaspælinum.

Føroyska liðið tapti síðani hálvfinaluna tepurt fyri Hollandi, hareftir at liðið vann bronsudystin móti Ukraina. Lukka Arge var toppskjútt í kappingini við 33 málum, meðan Maria Pálsdóttir Nólsoy var kosin besta miðja og Karin Egholm besti høgri vongur.

Málverjar:

Silja Arngrímsdóttir Müller, Neistin

Marita Arge, Neistin

Útispælarar:

Lea Mohr, Neistin

Maria Mrdalo, VB

Silja Heðinsdóttir, Neistin

Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, Fredriksberg IF

Marita Fríða Magnadóttir Thomsen, Ajax København

Karin Egholm, Fredriksberg IF

Inga Maria Roysdottir, Fredriksberg IF

Barbara Hammer, Kyndil

Lukka Arge, H71

Inga Maria Joensen, H71

Anna Sigrunardóttir Mikkelsen, Neistin

Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin

Sára Sigrunardóttir Mikkelsen, Neistin

Bjørk Franksdóttir Joensen, Neistin