U18-mennirnir møta Serbia og Slovenia í niðara millumspælinum

Frakland mannar eisini bólkin, og tí taka Føroyar tvey stig við sær yvir í millumspælið

Mynd: HSF

Mynd: HSF

Føroyska U18-manslandsliðið skal spæla móti Serbia og Slovenia í millumumfarinum í EM-endaspælinum í Montenegro.

 

Føroyar taka tvey stig við sær í millumbólkin, tí fjórða liðið í bólkinum er Frakland, ið vit vunnu 29-26 (12-14) á fyrr í dag.

 

Serbia tapti greitt í innleiðandi bólki C 28-35 (11-16) fyri Noregi, ið vann bólkin við seks stigum.  Danmark sum vann 36-29 (17-10) á Slovenia fylgir Noreg til ovara endaspælið.

 

Støðan í millumbólki 2 er, at Føroyar og Serbia hava tvey stig, meðan Frakland og Slovenia einki stig hava. 

 

Eins og til U20-EM, so sleppa 11 tey fremstu londini til HM komandi ár, og 13 tey fremstu sleppa til EM-endaspælið fyri U18-landslið um tvey ár. So tað er nógv at spæla fyri hjá okkara monnum í niðara millumspælinum.

 

Um Føroyar enda fremst ella næstfremst í bólkinum skulu vit spæla Play Off dystir um endastøðurnar millum nummar 9 og nummar 12. Enda vit aftast ella næstaftast skulu vit spæla um endastøðurnar millum nummar 13 og nummar 16. 

 

Føroyar spæla móti Serbia týsdagin og móti Slovenia mikudagin. 

 

Mynd: HSF

Mynd: HSF