Føroyar - Makedonia 29-30 (16-16)
Makedonia var mótstøðuliðið hjá Føroyum í dag, og lítið var at ivast í at makedonar vóru favorittar. Teir høvdu vunnið á Luksemburg, ið Føroyar taptu greitt fyri.
Men føroyingarnir byrjaðu avbera væl og skelkaðu makedonar við góðum álopsspælið. Um miðan fyrra hálvleik var støðan 8-4 til Føroyar, men so ressaðust makedonar.
Støðan gjørdist 12-12 og makedonar hildu áfram so at teir vóru á odda 16-12. Men nú vóru tað føroyingarnir, ið ressaðust, og eftir nøkur góð skjótálop kundu teir fara til hálvleiks við støðuni 16-16.
Seinni hálvleikur leikaði javnt á, men miðskeiðis í hálvleikinum komu føroyingarnir eini tvey mál framum. Hesin munurin helt sær til seinastu minuttirnar. Støðan var 29-27 til føroyingarnar, men málskjótingini steðgaði upp. Við støðuni 29-29 fingu Føroyar eina útvísing ímóti sær tá ein minuttur restaði í.
Tað eydnaðist føroyingunum at vinna sær eitt sera tíðandi brotskast tá ið 10 sekund restaðu í, men enn einaferð vóru teir óhepnir og brendu. Í staðin kundu makedonar spæla yvirtalsspæl og avgera dystin í seinasta sekundinum til 30-29.
Føroyingar løgdu seg á vónsviknir á vøllin meðan makedonar hálsfevndust. Tað er eingin ivi um at avrikið hevði uppiborið betur lagnu, sæð við føroyskum eygum.
Ungu føroyingarnir fingu tó prógvað, at teir skulu takast í álvara í hesi kappingini, og skulu nú lyfta hugin upp aftur at spæla móti Litava. Tann dysturin verður leiktur týsmorgunin klokkan 08.00 føroyska tíð. Til ber at fylgja við øllum dystunum í kappingini á ehftv.com
Føroysku málskjúttarnir:
Hákun av Teigum 10, Elias á Skipagøtu 10, Julian Kragesteen 3, Tróndur Mikkelsen 2, Pauli Mittún 2, Dánjal Ragnarsson 1, Sakaris A. Sakarisson 1