U19: Fimmsettarin hjá kvinnunum koppaði skeivan veg

U19 kvinnurnar spældu seinnapartin í gjár móti Onglandi, men teir smáu marginalarnir vóru ikki á okkara síðu

U19 kvinnurnar spældu seinnapartin í gjár móti Onglandi, men teir smáu marginalarnir vóru ikki á okkara síðu. Fyrsta sett var um eitt hár gjørt, men Ongland tók tað við 28-26. Hetta tók ikki mótið frá teimum føroysku, tí Føroyar vunnu annað sett 25-19. So sveiggjaði pendulið aftur hinvegin og Ongland vann 25-15. Føroyar svaraðu tó aftur enn eina ferð og vunnu fjórða sett 25-18.

 

So skuldi alt avgerast í javnbrótaranum, men hann koppaði tíverri ikki til okkara, tí Ongland vann 15-11. Bæði liðini høvdu spælt sín fyrsta dyst í kappingini tíðliga á morgni. Føroyar taptu 3-0 fyri Svøríki við settúrslitunum 7-25, 12-25, 11-25. Ongland hevði tapt 3-0 fyri Danmark.

 

Av tí at fýra lið eru í bólkinum hjá Føroyum (bólki B), og bert trý í hinum bólkinum (bólki A), so spæla øll liðini í bólkinum hjá Føroyum ikki ímóti hvør øðrum. Hetta fyri at øll skulu spæla líka nógvar dystir. Føroyar spældu tí ikki ímóti Danmark, og Ongland spældi ikki ímóti Svøríki.

 

Úrslitini 27. oktober - U19 kvinnur:

 

Svøríki – Føroyar 3-0 (25-7, 25-12, 25-11)

 

Ongland – Føroyar 3-2 (28-26, 19-25, 25-15, 18-25, 15-11)