U19 HM: Føroyar endaðu á einum áttanda plássi

Føroyska U19-manslandsliðið mátti lúta fyri Noregi í dystinum um sjeynda plássið

Føroyska U19-manslandsliðið endaði á einum áttanda plássi í HM-endaspælinum í Kroatia. 

 

Føroyar taptu í dystinum um sjeynda plássi 35-38 fyri Noreg, ið var eitt vet effektivari enn Føroyar.

 

Føroyar skoraðu upp á 67 prosent av málmøguleikunum, meðan Noreg skoraði upp á 70 prosent av málmøguleikunum.

 

Tá Føroyar komu upp á 31-32 sá tað út til at fara at gerast ein spennandi endaspurtur, men løtu seinni hevði Noreg økt til 35-31.

 

Í steðginum var Noreg á odda 22-19.

 

Málskjúttar: Óli Mittún 11/16, Ísak Vedelsbøl 9/11, Niklas Gaard 5/9, Tóki Fríðriksson 2/2, Jákup Egholm 2/2, Trúgvi Hávardsson 2/4, Sofus í Selvindi Nattestad 1/1, Høgni Højsted 1/1, Tróndur Johnsson 1/2, Búi Poulsen 1/4. 

 

Leivur Joensen í málinum hevði eitt bjargingarprosent upp á 25 prosent.

 

Samlað var talan um eitt gott HM-endaspæl hjá Føroyum, har teir minstu marginalarnir ikki vóru við okkum í fjórðingsfinaluni ímóti Egyptalandi og í Play Off dystinum móti Portugal.

 

Sigrarnir á stóru hondbóltstjóðunum, Týsklandi og Svøríki standa sum tveir varðar eftir hetta endaspælið.

 

Vit gleða okkum øll til U20 EM-endaspælið í 2024.