U19-kvinnur: Ov stuttar til bronsuna

Føroysku U19-kvinnurnar vóru akkurát ov stuttar til bronsuna í Euro Championship kappingini í dag. Føroyar taptu 27-25 móti Hvítarusslandi

Føroysku U19-kvinnurnar vóru akkurát ov stuttar til bronsuna í Euro Championship kappingini í dag. Føroyar taptu 27-25 móti Hvítarusslandi, skrivar HSF.fo.

 

Føroyska liðið hevði trupult við at fáa glið á álopsspælið í dag. Hvítarussiska liðið spældi við sera ágangandi verjuspælið, har tær til tíðir lógu og mansvardu við einum ella tveimum leikarum. Liðini fylgdu tó fyrstu 20 minuttirnar, har munurin ongantíð var meira enn eitt mál. Hvítarussiska liðið kom tó fram um við nøkrum málum seinastu 10 minuttirnar av fyrra hálvleiki, tá føroyska liðið brendi heldur illa og gjørdi fleiri tekniskar villur. Hálvleiksstøðan var 10-13.

 

Hvítarussiska liðið helt seg frammanfyri við nøkrum málum tað mesta av seinna hálvleiki, men tá 10 minuttir vóru eftir gjørdi føroyska liðið ein vørr og kom uppá javnt aftur. Føroyska liðið hevði eisini møguleikar at koma fram um, men tað vóru fleiri marginalar, sum ikki fullu til føroyska liðið, og vóru føroysku spælararnir heldur ikki nóg avgjørdir seinastu løtuna. Tí koppaði dysturin til Hvítarusslands.

 

Føroyar gjørdist sostatt nummar fýra av níggju liðum í kappingini. Finalan stendur millum Holland og Pólland. Jana Mittún bleiv kosin til besta føroyska spælara í dystinum.

 

Dystargongdin:

 

5 min 2-1

 

10 min. 2-3

 

15 min. 5-5

 

20 min. 7-6

 

25 min. 7-9

 

30 min. 10-13

 

35 min. 12-15

 

40 min. 14-17

 

45 min. 17-21

 

50 min. 20-21

 

55 min. 23-24

 

60 min. 25-27

 

Málskjúttar hjá Føroyum:

 

Jana Mittún 9

 

Natasja Hammer 5

 

Lea Símunardóttir Lisberg 3

 

Brynhild Pálsdóttir 3

 

Rannvá Olsen 2

 

Frida Holm Jacobsen 2

 

Lív Bentsdóttir Zachariassen 1