Føroyska U19-kvinnulandsliðið tekur í hesum døgum lut í Baltic Cup, har móstøðuliðini eru baltalondini, Litava, Estland og Lettland.
Føroyar fingu eina góða byrjan í dag við 1-0 sigri á Litava.
Sigursmálið skoraði liðskiparin, Fríða Jakobsen í 64. minutti.
Fríggjadagin klokkan 16 spæla Føroyar móti Estlandi, og komandi mánadag klokkan 11 verður Lettland mótstøðuliðið.
Estland vann fyrr í dag 1-0 á Lettlandi, so talan verður um oddadyst millum Føroyar og Estland fríggjadagin.
Hesar byrjaðu fyri Føroyar:
1: Rannvá við Streym
2: Teresa Jacobsen
3: Fríða Jakobsen (L)
4: Vár Johannesen
5: Jonnhild á Sondum
6: Súsanna Laksáfoss Godtfred
8: Sólja Ernstdóttir
9: Astrid Mittfoss
11: Lisa Haraldsen
13: Elspa Maria Zachariassen
14: Fríða Magnussen
Kelda: FSF