U19 landsliðini skulu vitja jólamannin

U19 landsliðini við gentum og dreingjum fara mikumorgunin 26. oktober til Finnlands at kappast um NEVZA meistaraskapin, sum eins og í fjør fer fram í jólamannabýnum, Rovaniemi, frá fríggjadegnum 28. til sunnudagin 30. oktober

U19 landsliðini við gentum og dreingjum fara mikumorgunin 26. oktober til Finnlands at kappast um NEVZA meistaraskapin, sum eins og í fjør fer fram í jólamannabýnum, Rovaniemi, frá fríggjadegnum 28. til sunnudagin 30. oktober.

 

Føroysku dreingirnir eru í bólki 1 saman við Noregi og Danmark. Í bólki 2 eru Finnland, Ongland og Svøríki. Føroysku dystirnir hjá dreingjum í bólkaspælinum:

 

Fríggjadagin 28. oktober kl. 07:30 Føroyar – Noreg

 

Fríggjadagin 28. oktober kl. 12:00 Føroyar – Danmark

 

Føroysku genturnar eru í bólki 2 saman við Danmark, Svøríki og Onglandi. Í bólki 1 eru bert trý lið: Noreg, Ísland og Finnland.  Føroysku dystirnir hjá gentunum í bólkaspælinum:

 

Fríggjadagin 28. oktober kl. 07:30: Danmark – Føroyar

 

Fríggjadagin 28. oktober kl. 14:30: Ongland – Føroyar

 

Leygardagin 29. oktober kl. 07:00: Finnland – Føroyar

 

Føroysku liðini eru soleiðis mannað:

 

U19 dreingir:

 

Bjarni Joensen, SÍ

 

Filip Ilic, ÍF

 

Ólavur Johannesen, Mjølnir

 

Filip Simonsen, Fleyr

 

Matias Nolsøe Isaksen, Fleyr

 

Elias Ellingsgaard, SÍ

 

Árni Lamhauge Mohr, ÍF

 

Hørður Joensen, Mjølnir

 

Vuk Ilic, ÍF

 

Josaih Lukama, Mjølnir

 

Tóki í Haraldstovu, SÍ

 

Silas Poulsen, SÍ

 

U19 gentur:

 

Helena Skylv Hansen, Fleyr

 

Emma Michala Sannino, Fleyr

 

Tóta Búadóttir, Fleyr

 

Milja Silvansdóttir, KÍF

 

Anna Arnholdsdóttir, Mjølnir

 

Ingibjørg Sigridardóttir Müller, Mjølnir

 

Janna Falkvard, SÍ

 

Paula Nattestad Joensen, SÍ

 

Sofía Weihe Simonsen, SÍ

 

Sólfríð Poulsen, SÍ

 

Johanna Christiansdóttir, TB

 

Nicola Toftegaard, Ikast KFUM

 

Úrslitini hjá dreingjunum í fjør vóru hesi:

 

Bólkaspæl

 

Danmark – Føroyar 3 – 0 (25-12, 25-21, 25-23)

 

Føroyar – Noreg 0 – 3 (13-25, 20-25, 23-25)

 

Fjórðingsfinala:

 

Svøríki – Føroyar 3 – 0 (25-21, 25-11, 25-18)

 

Dystur um 5./6. pláss:

 

Ísland - Føroyar 3 – 1 (20-25, 26-24, 25-17, 25-17)

 

Endaliga støðan:

 

1 Danmark

 

2 Finnland

 

3 Svøríki

 

4 Noreg

 

5 Ísland

 

6 Føroyar

 

Úrslitini hjá gentunum í fjør vóru hesi:

 

Bólkaspæl

 

Danmark – Føroyar 3 – 1 (25-11, 15-25, 25-13, 25-10)

 

Føroyar – Finnland 0 – 3 (24-26, 09-25, 19-25)

 

Ísland – Føroyar 1 – 3 (25-17, 23-25, 18-25, 22-25)

 

Eftir bólkaspælið, har øll londini spældu ímóti hvørjum øðrum, vóru Føroyar (nr. 4) frammanfyri Ísland (nr. 5), men avgerð varð tikin um at nr. 4 og 5 skuldu leika eina fjórðingsfinalu um at spæla um bronsuna ímóti nr. 3. Hetta merkti, at hóast Føroyar vunnu á Íslandi og endaðu frammanfyri Ísland í bólkaspælinum, so fekk Ísland enn ein møguleika at sleppa at spæla um bronsuna, um Ísland vann fjórðingsfinaluna ímóti Føroyum dagin eftir. Og tað var júst tað sum hendi!

 

Fjórðingsfinala:

 

Føroyar – Ísland 1 – 3 (25-20, 22-25, 19-25, 21-25)

 

Endaliga støðan:

 

1 Finnland

 

2 Svøríki

 

3 Danmark

 

4 Ísland

 

5 Føroyar