Í dag spældi U19 landsliðið hjá gentum í hondbólti fyrsta dystin í EM undankappingini. Bólkurin verður avgreiddur í Makedonia, har liðini eru Makedonia, Ungarn, Moldova og so Føroyar. føroyar vunnu 33-15 á Moldova í fyrsta dystinum.
Føroyska liðið kom tíðliga á odda og hevði tamarhald á dystinum allan vegin. Føroysku spælararnir skutu væl, tá tað blivu leysar, meðan føroysku málverjarnir gjørt sítt til, at Moldova bara fekk 15 mál. Í seinna hálvleiki fekk venjarin høvið at brúka fleiri spælarar, sum byrjaðu á bonkinum.
Fríggjadagin:
17.03 16:00 Føroyar – Moldova 33-15
17.03 18:30 Ungarn – Makedonia
Leygardagin:
18.03 16:00 Ungarn – Føroyar
18.03 18:30 Makedonia – Moldova
Sunnudagin:
19.03 16:00 Moldova – Ungarn
19.03 18:30 Makedonia – Føroyar
Hópurin:
Málverjar:
Margit Weihe Frímundsdóttir, Neistin
Jetta Svøðstein, BGI
Útispælarar:
Fríða á Dunga, Neistin
Sonja Lava Sirdal, Stjørnan
Anna á Steig, H71
Drós Ragnarsdóttir, Neistin
Maria Halsdóttir Weyhe, VB
Tóra Eliasen, Stjørnan
Marita Mortensen, H71
Magna Tórðardóttir, VB
Súna Krossteig Hansen, Kyndil
Durita Toftum Joensen, H71
Vár Djurhuus Poulsen, StÍF
Rannvá Dahl Hanusson, Neistin
Siw Matras Larsen, TMS Ringsted
Karin Holm Simonsen, H71
Høvuðsvenjari: Harald Bjørgvin
Hjálparvenjari: Bárður Johannesen
Málverjavenjari: Erlendur Johannsen