Føroyar taptu í morgun 3-0 í fjórðingsfinaluni ímóti Danmark. Føroyar taptu settini 25-17, 25-17 og 25-14. Tað ber í sær, at Føroyar spæla tveir plaseringsdystir um 5.-7. pláss sunnudagin. Klokkan átta móti Onglandi og klokkan 13 móti Íslandi.
Í fjør vunnu Føroyar 3-1 á Onglandi í dystinum um 5. plássið. Tá var Ísland ikki við í kappingini. Í innleiðandi umfarinum hesa ferð vann Ísland 3-2 (20-25, 27-25, 28-26, 21-25, 15-13) á Onglandi.
Danmark - Føroyar 3-0 (25-17, 25-17, 25-14)
Kl. 08:00 Føroyar - Ongland
Kl. 13:00 Ísland - Føroyar