U2 heiðraði Michael Jackson

Týsdagin byrjaði U2 teirra heimsrundferð. Hetta hendi í Barcelona, har bólkurin eisini tók sær stundir at heiðraði Michael Jackson, sála. Pallurin fylti helmingin av heimavøllinum hjá FC Barcelona í Nou Camp, og 90.000 fjepparar stóðu kring írsku megastjørnurnar í rokkbólkinum U2, ið eisini góðu sær stundir at heiðra Michael Jackson, sála.

 

Framførslan í tí spanska býnum var tann fyrsta í teirra heimsrundferð ?360 degrees?, ið bleiv løgd til rættis eftir seinastu útgávuna hjá bólkinum, og var tað av fløguni ?No Line on the Horizon?. Hægri enn fjepparar og bólkur reistist ein 50 metur long standmynd, ið bleiv doypt ?Klógvin?, og sum U2 ætlar hava við sær til allar framførslurnar í rundferðini.

 

-Vit vildu royna okkurt øðrvísi, ið ongantíð áður var roynt, segði forsangarin Bono fyri stuttum um framførsluna.

 

Bono framførdi lagið ?Angel of Harlem? til heiðurs fyri Michael Jackson.

 

Tá ið bólkurin seinast var á rundferð í 2005 og 2006, náddi teir at framføra fyri 4,5 milliónum áskoðarum, og var tað til 127 útseldar framførslur. Teir hava til dags dato selt umleið 100 milliónir fløgur kring heimin.