U21 evropameistarin í 2015 vann á U21 evropameistaranum í 2017 og 2021

Tað vóru tveir landsliðsvenjarar við glæsiligum U21 EM-úrslitum, ið møttust á Tórsvølli ígjár

Håkan Ericson vann U21 EM við Svøríki í 2015

##med2##

 

Týski landsliðsvenjarin hjá Turkalandi, Stefan Kuntz er komið í eitt satt ódnarveður í tí stóra fótbóltsøra landinum. Har skilur eingin, at Turkaland kann tapa fyri einari so lítlari fótbóltstjóð sum Føroyar. 

 

Svenski landsliðsvenjarin hjá Føroyum, Håkan Ericson kann fegnast um sítt besta úrslit higartil sum føroyskur landsliðsvenjari, og hann er bara tveir sigrar frá at gerast mest vinnandi landsliðsvenjarin hjá Føroyum. Í løtuni er Håkan Ericson javnur við Allan Simonsen við átta sigrum. Lars Olsen vann níggju sigrar sum føroyskur landsliðsvenjari. 

 

Minniligi dysturin á Tórsvølli ígjár var eisini dysturin har tvífaldi U21 EM-vinnarin, Stefan Kuntz møtti U21 EM-vinnaranum, Håkan Ericson.

 

Í 2015 framdi Håkan Ericson sum U21-landsliðsvenjari hjá Svøríki tað bragd at vinna EM-gull.

 

Sama roysnið framdi Stefan Kuntz tvær ferðir sum U21-landsliðsvenjari hjá Týsklandi í bæði 2017 og í 2021. Harumframt vann Stefan Kuntz EM-silvur við týska U21-landsliðnum í 2019.

 

So tá tað kemur til EM-gull er støðan 2-1 til Stefan Kuntz móti Håkan Ericson.

 

Á Tórsvølli var støðan tó 2-1 til Håkan Ericson og hansara menn. 

 

Håkan Ericson vann U21 EM við Svøríki í 2015

Stefan Kuntz vann U21 EM við Týsklandi í 2017 og í 2021