Undan fyrsta HM-undankappingardystinum ímillum Føroyar og Sveis varð væntað, at sveisarar fóru at verða ein sera stórur gloypibiti fyri føroyingar. Frammanfyri fullsettari høll vísti U21-landsliðið tó veruliga sína styrki og endaði við at vinna 28-24.
Tað gjørdist skjótt eyðsæð, at føroyingar høvdu ein møguleika at vera við í hesum dystinum. Eftir 9 minuttir løgdu Føroyar seg á odda 6-3, og eftir hetta varðveittu føroyingar eina leiðslu restina av hálvleikinum. Størsta leiðslan var fýra mál, tá ið føroyingar løgdu seg á odda 14-10. Tó vóru ongar súður syftar í fyrra hálvleiki, tí liðini fóru til hálvleiks við støðuni 16-14 til Føroyar.
Sum heild skaraði føroyska liðið framúr. Í álopinum vóru føroyingar alla tíðina eitt fet frammanfyri, og megnaðu teir at spæla seg til fríar málmøguleikar, sum aloftast vórðu umsettir til mál. Í verjuni lá eisini væl fyri, og har var tað serliga føroyski málverjin, Niklas Simosen, sum hevði eina rúgvu av góðum bjargingum.
Allan dystin líktist tað føroyskum sigri, men 10 minuttir áðrenn tíð kom Sveis aftur á javnt fyri fyrstu ferð síðani í byrjanini av dystinum. Føroysku leikararnir hoyknaðu tó ongantíð undir trýstinum. Ongantíð komu sveisarar á odda. Fimm minuttir áðrenn tíð javnaði Sveis aftur til 24-24, men seinastu løtuna áttu Føroyar alla sum hon var. At enda vunnu Føroyar nevniliga 28-24.
Í apríl í fjør spældu Føroyar ímóti júst Sveis í EM-undankapping í Sveis, og tá vunnu sviesarar við heii 11 málum, 23-12. Í kvøld var hetta tó ikki at síggja aftur.
Sveis varð mett at vera sterkasta liðið í undankappingarbólkinum, men við sigrinum hjá Føroyum er als ikki óhugsandi, at Føroyar kunnu spæla seg til HM-endaspælið í Algeria, sum verður í summar. Fyrst skulu føroyingar tó eisini megna at vinna ímóti Ísrael og Finnlandi. Í morgin verður næsti dysturin hjá føroyingum spældur klokkan 18 ímóti Ísrael, ið tapti sín fyrsta dyst ímóti Finnland.
Stigatalvan í undankappingarbólkinum er hendan:
1. Finnland 2 stig
2. Føroyar 2 stig
3. Sveis 0 stig
4. Ísrael 0 stig
Føroysku málskjúttarnir vóru hesir:
Sveis-Føroyar 24-28 (14-16)
Føroyar: Áki Egilsnes 4, Fríði Weyhe 4, Helgi Hildarson Hoydal 4, Rói Berg Hansen 4, Jónas Gunnarsson Djurhuus 3, Sjúrður Olsen 3, Pætur Thomsen 2, Kjartan Johansen 2, Teis Horn Rasmussen 1 og Hilmar Leon Jakobsen 1.
Niðanfyri sæst beinleiðis tekstfrásøgnin frá dystinum:
60: Liðugt! Pætur Thomsen fær seinasta orðið við at skora til endaliga úrslitið, 28-24!
59: Helgi Hoydal fangar bóltin væl og avger dystin. Støðan er nú 27-24, og hesa leiðsluna megna sveisarar ikki at innheinta upp á ein minutt!
57: Høgri vongurin, Pætur Thomsen, fiskar bóltin væl í verjuni og verður síðani spældur leysur og skorar til 25-24. Síðani brennir Sveis í hinum endanum, og hetta gagnnýtir Fríði Weyhe til at økja til 26-24! Sveis tekur sítt síðsta time-out.
55: Skjótt vendist, tí hóast Sveis hevur verið í undirtali er nú javnleikur 24-24.
53: Helgi Hoydal verður hildin og vinnur føroyingum eina útvísing til sveisarar. Yvirtalsstøðuna verður gagnnýtt, tí Fríði Weyhe økir um munin til 24-22 til føroyingar. Nú er veruligur ótti komin á sveisarar, sum hava tikið time-out.
51: Fyri fyrstu ferð síðani í byrjunarminuttunum javnar Svies, men Jónas Djurhuus tekur sakina í egnar hendur og høggur Føroyar á odda aftur 23-22!
50: Kjartan Johansen tykist at blíva skumpaður um koll av sveisara, men púra óskiljandi er tað kortini Sveis, sum fær eitt tríggjarmetramast fyri brotsgerðina.
49: Jónas Djurhuus økir til 22-19, men við gróthørðum skotum minkar Sveis munin niður í eitt mál - nú er støðan 22-21 til føroyingar.
46: Við týdningarmiklum máli leggur Sjúrður Olsen Føroyar á odda 21-19. Í hinum endanum brennir Sveis brotskast fyri aðru ferð á rað. Nú byrja fjølmentu føroysku áskoðararnir at geva ljóð frá sær.
43: Nú er Sveis við at koma inn aftur í dystin. Við brotskasti verður minkað um munin til 20-19. Føroysku venjararnir, Kári Nielsen og Ingi Olsen, taka time-out sum ein avleiðing av keðiligu gongdini seinastu minuttirnar.
38: Føroyar á odda við trimum málum. Helgi Hoydal slítur seg sundur á strikuni og skorar fyri Føroyar, men í hinum endanum eru summi ónøgd við, at Sveis fær eitt bíligt brotskast. Støðan er 20-18 til Føroyar - onki er avgjørt.
35: Fyri aðru ferð í dystinum fáa Føroyar eina fullkomiliga óneyðuga útvísing. Hilmar Leon ger sama feil sum Pætur Mikkjalsson gjørdi í fyrra hálvleiki, tá ið hann kemur inn á vøllin skeivu megin útskiftingarstrikuna. Føroyar hava í skrivandi løtu bert fýra útileikarar av vøllinum orsakað av útvísingum.
34: Bakspælarin Hilmar Leon Jakobsen sleppur at royna seg nú. Hann økir um føroysku leiðsluna til 18-15.
33: Kanónin hjá Áka Egilsnes er væl stillað í kvøld. Hann høggur bóltin í handara málhorn til 17-14 til Føroyar. Sveis kemur skjótt fyri seg í hinum endanum og skorar til 17-15.
31: So er seinni hálvleikur byrjaður. Byrjanin er tann sama sum endin av fyrra hálvleiki. Ein sveisari kemur leysur, men Niklas Simonsen stórbjargar!
Tilber at stroyma dystin HER:
30: Hálvleikurin endar við, at Niklas Simonsen enn einaferð stórbjargar. Hálvleiksstøðan er 16-14 til Føroyar. Liðini vóru heilt jøvn at byrja við, men føroyska álopsspælið hevur verið á hægri støði enn tað sveisiska, og harafturat hevur Niklas Simonsen í føroyska málinum staðið sera væl.
28: Málini koma nú inn í stríðum streymi í báðum endum. Føroyar vóru á odda 14-10, men nú er munurin minkaður niður í trý mál, 16-13. Fríði Weyhe hevur fingið útvísing í tveir minuttir.
23: Føroyingar eru greitt við yvirlutan, og tað sæst aftur í, at sveisarar longu hava fingið eina rúgvu av útvísingum í fyrra hálvleiki.
Sjúrður Olsen er komin inn fyri Róa Berg Hansen á vinstra vongi. Hann skorar við sínum fyrsta skoti til 13-10 til Føroyar!
21: Enn ein bjarging frá Niklas Simonsen. Sveisarar vóru roknaðir at vera stórfavorittar undan dystinum, men dugur er í føroyingunum, sum ongantíð enn hava verið aftanfyri.
Pætur Mikkjalsson er nú komin inn fyri Helga Hoydal á strikuni.
Annars er eisini vert at siga, at nógv fólk er samankomið at stuðla føroyska liðnum.
19: Rói Berg Hansen skorar sítt fjórða mál - trý av hesum upp á brotskast. Sveis svarar skjótt aftur, og støðan er nú 11-9 til Føroyar.
17: Nú er støðan 9-7 til Føroyar. Rói Berg Hansen hevur skotið sítt triðja mál fyri Føroyar.
15: Føroyar gera eina útskifting á skeivan hátt, og tað kostar eina óneyðuga útvísing á upp á tveir minuttir. Tað var nýinnskifti Pætur Mikkjalsson, sum fekk útvísingina.
11: Nú er 8-5 til Føroyar. Niklas Simonsen er veruliga komin í gongd og hevur havt tvær góðar bjargingar. Føroyar megna væl at spæla seg ígjøgnum í álopinum.
09: Nú er 6-3 til Føroyar, og tað hevur fingið sveisiska venjaran til at taka time-out longu eftir 9 minutttir. Sætta málið hjá føroyingum skoraði Áki Egilsnes.
08: Við málum frá Áka Egilsnes, Róa Berg Hansen, Fríða Weyhe og Teis Horn eru Føroyar á odda 5-3 ímóti favorittunum úr Sveis!
05: Føroyingar hava eina fasta verju/álop útskifting. Í verjustøðu verður Jónas G. Djurhuus útskiftur við Teis Horn Rasmussen.
03: Hesir byrja inni hjá Føroyum
Málmaður: Niklas Simonsen
Høgri vongur: Kjartan Johansen
Høgri bakkur: Áki Egilsnes
Spælstýrari: Jónas G. Djurhuus
Vinstri bakkur: Fríði Weyhe
Vinstri vongur: Rói Berg Hansen
02: Bæði liðini eru byrjað við hvør sínum brotskastsmáli. Fyrst legði Rói Berg Hansen Føroyar á odda, men sveisarar svaraðu skjótt aftur við brotskasti í hinum endanum. 1-1.
HM-undankappingin hjá U21-manslandsliðnum í hondbólti er byrjað. Fyrsti dystur varð spældur ímillum Finnland og Ísrael. Hesin dysturin endaði við 36-30 sigri til Finnland, og harvið eru finnar oddalið í undankappinarbólkinum, áðrenn føroyska liðið fer á vøllin beint nú.
Mótstøðuliðið er Sveis, og verður hetta væntað at verða torførasta mótstøðuliðið hjá Føroyum.
Les eisini: Sterkasta mótstøðan bíðar í kvøld
Hendan greinin verður uppdaterað so hvørt sum dysturin líður.