U21: Her er fyrsti hópurin hjá Eli

Nýggjur árgangur hjá U21 landsliðnum byrjar við venjingarlegu

Eli Hentze, U21 landsliðsvenjari, og Hegga Samuelsen, hjálparvenjari, hava úttikið fyrsta U21 landsliðshópin til komandi EM undankapping. Liðið skal í summar spæla fyrsta dystin móti Litava. 26 mans hava fingið boð á hesum sinni.

 

Talan er um ein nýggjan árgang, sum skal lyfta arvin á U21 landsliðnum. Fleiri spælarar ganga aftur frá farnu undankapping. Teirra millum spælarar sum Elias Rasmussen, Betuel Hansen, Hákun Edmundsson og Teit Jacobsen.

 

Jákup L. Thomsen, sum er útleigaður frá FC Midtjylland til Skive, og David Múller úr Vejle, hava givið avboð vegna smærri skaðar. Meinhard E. Olsen hevur fingið loyvi at venja við Vendsyssel, nú hann er millum teirra, ið byrja inni.

 

Í teirra stað eru komnir Jann Benjaminsen úr NSÍ, Búi Egilsson úr TB/FCS/Royn og Heri Hjalt Mohr úr HB. U21 landsliðið skal venja á Tórsvølli í døgunum 24. til 26. mars, meðan A-landsliðið er í Andorra.

 

Málverjar:

Elias Rasmussen, Víkingur

Karstin Hansen, NSÍ

Silas Eyðsteinsson, 07 Vestur

Emil Rom Madsen, Århus Fremad (DEN)

 

Verjuspælarar:

Ari Olsen, Skála

Benjamin Heinesen, B36

Bjarni Petersen, B36

Bartal Wardum, HB

Ólavur Niclasen, KÍ

Jákup Vatnhamar Olsen, Víkingur

Erlendur Magnusson, B36

Elias J. Lervig, Víkingur

 

Miðvallarar:

Betuel Hansen, NSÍ

Jákup B. Andreasen, KÍ

Hákun Edmundsson, Skála

Janus S. Samuelsen, 07 Vestur

Steinbjørn Olsen, KÍ

Salmundur Bech, TB/FCS/Royn

Dan í Soylu, EB/Streymur

Hans Jákup Lervig, Víkingur

Jann Benjaminsen, NSÍ

Heri Hjalt Mohr, HB

 

Framherjar:

Teit Jacobsen, SønderjyskE (DEN)

Petur Knudsen, NSÍ

Ari Mohr Olsen, HB

Búi Egilsson, TB/FCS/Royn