U21: Her er uppleggið móti Noreg

Í dag stendur føroyska U21 landsliðið frammanfyri størstu uppgávuni higartil

Føroyska U21 landsliðið í hondbólti skal í kvøld spæla móti Noreg í Hm endaspælinum, sum er í Algeria. Eftir at hava vunnið vunnið móti Kili og Suðurkorea, so torir Ingi Olsen ikki at seta nøsina upp í móti einum sigri í dag.

 

Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin omanfyri

 

- Vit møta einum upp aftur sterkari liðið í dag. Teir spælara meiri evropesiskt og sum vit kenna hondbólt. Teir eru stóri og sterkir. Vit trúgva upp á tað, men hava eru eisini realistiskir. Vit hava sett okkum nøkur deil mál, sum vit fyrst og fremst hyggja eftir, sigur Ingi Olsen.

 

Les eisini: Vísa dystin á stórskíggja

 

Hann sigur eisini, at serliga eru spælskiparin og teirra høgri bakkur, sum føroysku spælararnir skulu ansa eftir. Men hann vísir eisini á, hóast vinstra síðan hjá teimum er veikari enn høga, so spælir ein maður á tveir metrar á bakkinum.

 

Føroyska liðið spældi seint í gjár ímóti Suðurkorea og brúkti nógva orku. Tí er eisini sannlíkt, at spælarar sum Rói Berg Hansen og Fríði Weyhe koma at spæla meiri í kvøld, boðar Ingi Olsen frá.

 

Dysturin móti Noreg byrjar klokkan 18. Rás2 er á staðnum.