Føroyar eru á odda 16-13 móti Brasil í Hannover í Týsklandi í dystinum í millumbólki 2 í HM-endaspælinum fyri U21-landslið.
Mark Marcher-Lausen, ið er annar av føroysku venjarunum sigur í samrøðu við KVF, at hann er OK nøgdur við avrikið í fyrra hálvleiki. Tó hevur føroysku álopsspælið ikki verið so flótandi, ið Mark hevði ynskt. Mark hevur vónir um, at tað kann koma at gerast betri, umframt, at verjuspælið skal bøtast í seinna hálvleiki.
Pauli Jacobsen hevur bjargað 38 prosent av málroyndunum, og er okkum aftur góður í dag.
Føroyar hava skorað upp á 64 prosent av málmøguleikunum. Brasil hevur skorað upp á 59 prosent av málmøguleikunum.
Málskjúttar: Hákun West av Teigum 6/7, Elias Ellefsen á Skipagøtu 6/12, Ísak Vedelsbøl 2/2, Kristoffur Bjørgvin 1/1, Janus Dam Djurhuus 1/3.