Bronsudysturin í Max Schmelling høllini í Berlin millum U21-landsliðini hjá Íslandi og Serbia er júst liðugur, og tað kann gleðiliga staðfestast, at frændir okkara hava vunnið bronsuheiðursmerkini.
Ísland vann dystin 27-23. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13. Serbia var á odda 13-10, men íslendingar fingu við einum góðum endaspurti vunnið seg upp á javnleik beint undan steðginum.
Tá 49 minuttir vóru farnir var støðan javnleikur 21-21. Seinastu løtuna var Ísland omaná í bæði verjuni og í álopinum, og vann Ísland tí ein uppibornan sigur.
Seinast Ísland vann eitt U21 HM-heiðursmerki var fyri júst 30 árum síðani, í 1993.
Ísland: Þorsteinn Leó Gunnarsson 8, Andri Már Rúnarsson 7, Arnór Viðarsson 5, Benedikt Gunnar Óskarsson 4, Kristófer Máni Jónasson 3, Einar Bragi Aðalsteinsson 1, Símon Michael Guðjónsson 1.
Bjargingar: Brynjar Vignir Sigurjónsson: 35 %.
Serbia: Boško Stanisavljević 6, Miloš Kos 5, Luka Rogan 4, Simo Šijan 4, Branko Predović 1, Veljko Čabrilo 1, Uroš Simić 1, Mateja Dodić 1.
HER ber til at síggja ein samandrátt av bronsudystinum:
##med2##