U21 HM: Íslendingar mansvardu Óla sum tó fekk seinasta orðið

Talan gjørdist um týðandi, men harðvunnan javnleik móti Íslandi

Tá U21-landsliðini hjá Føroyum og Íslandi fyrrapartin spældu dyst í innleiðandi bólki F í Katowice í Póllandi var tað ein leikari á vøllinum, ið skoraði 17 mál.

 

Tað var tó ikki Óli Mittún. Tað var Elmar Erlingsson hjá Íslandi, ið er úr Vestmannaoyggjunum. Fyri góðan leik og 17 mál var Elmar heiðraður sum besti leikarin á vøllinum.

 

Meðan føroyska verjan ikki fekk so væl bilbukt við Elmari, so eydnaðist Íslandi at taka nakað av broddinum av føroyska álopsspælinum, tá teir mansvardu Óla. Óli megnaði kortini at skjóta 11 mál, og hann fekk seinasta orðið, tá hann sendi brotskastið í netið til endaligu støðuna 35-35 beint undan dystarloki.

 

Ísak Vedelsbøl traðkaði veruliga í karakter í dag, og hann skoraði 10 mál upp á 11 málroyndir.

 

Føroyar vóru á odda stóran part av dystinum, men seinastu minuttirnar tyktust íslendingar veruliga at fáa tak í tí, men lukkutíð fingu okkara bjargað einum týðandi stigi móti dystarenda.

 

Íslendingar vóru eina hársbreidd effektivari enn okkara menn. Íslendingar skoraðu 35 mál upp á 48 málroyndir. Føroyar skoraðu 35 mál upp á 51 málroyndir. 

 

Málskjúttar: Óli Mittún 11, Isak Vedelsbol 10, Rókur Ziskason 4, Högni Heinason 4, Hogni Hojsted 2, Búi Poulsen 1, Óla Jákup Gaard Olsen 1, Rókur Ziskason 1, Rói Hjaltason Seyer 1.

 

Føroyar hava trý stig, Rumenia hevur tvey stig, Ísland hevur eitt stig, og Norðurmakedonia hevur einki stig. Klokkan 13 spæla Rumenia og Norðurmakedonia.

 

Leygardagin klokkan 10.45 spæla Føroyar seinasta dystin í innleiðandi bólki F móti Rumenia, ið skelkaði íslendingar við at vinna 29-25 (15-12) á teimum. Megna Føroyar at knógva eitt stig móti Rumenia vinna okkara seg víðari til ovara endaspælið.