Aleksandar "Sasja" Lacok hevur gagnnýtt løturnar væl, tá hann hevur vart føroyska málið í HM-endaspælinum fyri U21-landslið.
Sasja hevur bjargað 32 av 79 málroyndum, og við einum bjargingarprosenti upp á 41 prosent er hann fremst á listanum yvir málverjar í kappingini.
Hetta boðar frá góðum til U19 HM-endaspælið í august, har Sasja aftur fær høvið at vísa hondbóltsheiminum sínar dygdir.
Næstfremstur á yvirlitinum er dugnaligi málverjin hjá Serbia, ið var okkum boysin í fjórðingsfinaluni, Luka Krivokapic, ið hevur eitt bjargingarprosent upp á 40 prosent.
Pauli Jacobsen er nummar 20 á listanum. Pauli hevur bjargað 54 av 163 málroyndum, og hevur eitt bjargingarprosent upp á 33 prosent.
Her eru 20 teir fremstu málverjarnir á listanum:
##med2##