U21-landsliðið í hondbólti er úttikið

14 leikarar eru úttiknir til finaluumfarið í IHF Trophy-kappingini

U21-landsliðið hjá monnum, sum skal spæla IHF Trophy-finaluumfar í Bulgaria, er úttikið. Hetta kunnger Facebook-síðan hjá hondbóltssambandinum í dag.

 

IHF Trophy er ein altjóða kapping fyri smáar hondbóltstjóðir. Í mai 2014 vunnu Føroyar evropeisku kappingina, sum tá varð hildin í Andorra. Hetta hevur tryggjað ungu, føroysku monnunum atgongd til finaluumfarið, har fimm tjóðir úr hvør sínum heimsparti luttaka.

 

Leikskráin hjá Føroyum er hendan:

Hósdagin 22. okt kl. 16.00 Kolumbia – Føroyar
Fríggjadagin 23. okt kl. 12.00 Føroyar – Usbekistan
Leygardagin 24. okt kl. 12.00 Kap Verde – Føroyar
Sunnudagin 25. okt kl. 16.00 Føroyar – Tahiti

 

Hvørt lið spælir einaferð ímóti hvørjum øðrum, og tað liðið, sum stendur eftir við flestum stigum, vinnur kappingina.

 

Landsliðsvenjararnir, Birgir Hansen og Kári Nielsen hava úttikið 14 leikarar.

 

Málmenn:
Niklas Simonsen, VÍF
Tóraldur Kollsker, H71

 

Útileikarar:

Rói Berg Hansen, Neistin
Fríði Weyhe, KÍF
Allan Norðberg, StÍF
Pætur Johansen, StÍF
Kjartan Johansen, StÍF
Áki Egilsnes, VÍF
Julian Olsen, VÍF
Hanus Christophersen, VÍF
Helgi Hildarson Hoydal, H71
Tróndur Arge, H71
Pætur Thomsen, H71
Eirikur Simonsen, ÍF Føroyar

 

Tað kann tykjast undrunarvert, at ein leikari sum Jónas Gunnarsson Djurhuus, ið hevur skorað yvir 20 mál fyri H71 hetta kappingarárið, ikki er blivin úttikin.

 

Føroyska ferðalagið fer av landinum týsdagin.