U21-landsliðið komið í áhugaverdan bólk

Føroyar skulu spæla móti millum annað Portugal og Andorra

Lutakast hevur verið til EM 2025-endaspælið fyru U21-landslið, sum verður í Slovakia. Føroyar eru í bólki saman við Portugal, Kroatia, Grikkalandi, Hvítarusslandi og Andorra.

 

Portugal hevur seinni árini verið ein klekingarmaskina fyri stórtalentir í altjóða fótbólti. Eisini Kroatia er tiltikið fyri at menna góðar spælarar. A-landsliðið hevur millum annað verið í HM-finaluni í 2018 og hálvfinaluni í 2022. Hetta við bara fýra milliónum íbúgvum.

 

Grikkaland kenna vit væl frá kendu uppgerðunum í 2014 og 2015, sum A-landsliðið vann. Hvítarussland er íblandað politiskum stríði í samband við innrásina í Ukaina og so er tað Andorra, sum vit hava møtt í fleiri umførum. Eitt land, sum vit halda okkum skula vinna á, men tað halda onnur eisini um okkum.

 

Dystirnir verða spæla frá mars mánaði í ár, til oktober 2024. Nummar eitt og tríggir teir bestu tvey’arnir koma beinleiðis víðari. Hini seks londini, sum blíva nummar tvey, møtast innanhýsis og spæla um trý tey seinastu plássini til EM-endaspælið.