U21-landsliðið smurdi Kolumbia av

Ungu føroysku hondbóltsmenninir hava lagt væl frá landi í IHF Trophy í Bulgaria.

Føroyska U21-landsliðið í hondbólti hevur lagt væl frá landi í finaluumfarinum í IHF Trophy, sum verður leikt í Bulgaria í hesum døgum. Fyrsti dysturin var í dag ímóti Kolumbia, sum í gjár vann 34-26 ímóti Tahiti.


Føroyar var greitt betra liðið allan dystin og vann 32-20 eftir at hava verið á odda 18-13 í hálvleikssteðginum. Helgi Hoydal var toppskjútti við 12 málum, meðan Áki Egilsnes og Rói B. Hansen skutu hvør síni sjey mál.


Leikskráin hjá føroyska liðnum er hendan (føroyskar tíðir):


Fríggjadagin 23. okt kl. 12.00 Føroyar – Usbekistan
Leygardagin 24. okt kl. 12.00 Kap Verde – Føroyar
Sunnudagin 25. okt kl. 16.00 Føroyar – Tahiti