U21-landsliðið spælir í Klaksvík

Nú er avgerð tikin um, at U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Norðurmakedónia verður spældur í Klaksvík

Síðan 2007, tá Føroyar fóru undir at taka lut í EM-undankappingum fyri U21-landsliðið, hevur heimavøllurin verið á Svangaskarði á Toftum, á Ovara vølli í Havn ella á Tórsvølli. Men nú hevur Fótbóltssamband Føroya tikið avgerð um, at næsti heimadysturin, sum er móti Norðurmakedónia hósdagin 7. oktober, skal spælast við Djúpumýru í Klaksvík, har vøllurin nú er góðkendur til altjóða dystir, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Í verandi EM-undankapping hevur føroyska liðið staðið seg avbera væl, og eftir tríggjar dystir hava Føroyar 4 stig, ið eru vunnin við sigri á Armenia og við javnleikinum móti Fraklandi.

 

Ukraina er fremst í bólkinum við 6 stigum, Frakland og Føroyar hava 4 stig, og á 4. plássi er Armenia við trimum stigum. Á 5. og 6. plássi eru Serbia og Norðurmakedónia við einum stigi í part.