Í dag klokkan 17 verður tíggjundi og seinasti U21-landsdysturin í hesi undankappingini, tá Føroyar í Áalboeg spæla móti Danmark. Liðið er nú sett og tað verða tvær broytingar í mun til liðið, sum byrjaði móti Litava á Tórsvølli fríggjadagin.
Les eisini: Tað er trýst á dønum
Bartal Wardum og Adrian Justinussen eru ikki við í hópinum, meðan Ólavur Niclasen og Benjamin Heinesen byrja inni. Teir komu báðir inn í dystinum móti Litava, sum endaði við javnleiki 2-2.
Liðið: Føroyar (4-3-3)
Karstin Hansen – Ari Olsen, Bjarni Petersen, Ólavur Niclasen, Jóannes K. Danielsen – Betuel Hansen, Jóannes Bjartalíð, Jákup B. Andreasen – Meinhar E. Olsen, Benjamin Heinesen – Jákup L. Thomsen.
Dysturin móti Danmark verður í dag klokkan 17. Danska sjónvarpsrásin “Kanal 5” vísir dystin. Byrjað verður at senda frá klokkan 16.30.