Tað gjørdist ein sonn málveitsla, tá Danmark fyrr í dag tók ímóti Makedonia í EM undakappingini. Støðan gjørdist 6-5 til Danmark, sum eitt skifti var á odda 6-1.
Danmark og Makedonia eru í bólki 4 saman við Føroyum í U21 EM undankappingini. Bæði kempa fyri at koma víðari til endaspælið í Ísrael í 2013.
Tað varð annars lítið í bendi á, at dysturin skuldi fáa ein spennandi enda, tí Danmark var á odda 6-1 tá seinni hálvleikur var tíggju minuttir gamal. Men seinasta fjórðingin av dystinum megnaðu makedonar at skora fýra mál og tað var um reppið at teir fóru avstað við øllum, skrivar Ekstra Blaðið í dag.
Danmark er nú oddalið í bólki 4 við 11 stigum. Tað er sama stigatal sum Serbia, sum liggur á øðrum plássi og skal spæla móti Føroyum í kvøld.
Bólkur 4:
Dystur - Stig
1. Danmark 5 - 11
2. Serbia 5 - 11
3. Makedonia 6 - 9
4. Norðurírland 6 - 4
5. Føroyar 6 - 2