Í kvøld klokkan 19 spælir føroyska U21-landsliðið sjeynda av 10 møguligum EM-undankappingardystum í bólki C.
Dysturin verður leiktur í Thun í Sveis. 14. oktober í fjør vann Sveis 3-1 á Føroyum á Tórsvølli.
Sveis hevur eina greiða favorittstøðu hjá veddingarfyritøkunum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á heimasigur til Sveis liggja millum 1,08 og 1,14.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 7,20 og 9,55.
Oddsini upp á útisigur til Føroyar liggja millum 12,00 og 18,50.
HER eru oddsini:
##med2##











