U21: Tá Róaldur skelkaði danska U21 landsliðið

(Rás2) Endurhoyr hvussu tað ljóðaði tá føroyska U21 landsliðið í 2012 leikti javnleik 1-1 ímóti Danmark

Vit hava góð minnir frá seinasta heimadystinum ímóti Danmark í einum EM-undankappingardysti.

 

15. august í 2012 spældi føroyska U21-landsliðið javnleik 1-1 ímóti Danmark á ovara vølli í Gundadali.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og endurhoyr ótrúligu løturnar frá tí dystinum, tá Dánjal á Lakjuni enntá mundi skorað til 2-1 til Føroyar stutt undan seinasta bríksli. Vit endurhoyra eisini tað, sum málhetjan, Róaldur Jakobsen segði aftaná dystin við Trónd Arge, sum segði frá dystinum í 2012.

 

Í morgin klokkan 16 møtast U21-landsliðini hjá Føroyum og Danmark á Tórsvølli. Petur Asbjørn Lervig og André Olsen siga frá dystinum á Rás2. 

 

Føroyar - Danmark 1-1 (0-1)

0-1: Simon Makienok - 42. min.

1-1: Róaldur Jakobsen - 87. min.

FØROYAR:

1. Hans Jørgensen (GK)
2. Viljormur Davidsen
3. Erling Jacobsen
4. Rógvi S. Holm (C)
5. Bárður Hansen
6. Róaldur Jakobsen
7. Karl Løkin
8. Dánjal Rói Olsen
9. Gilli Sørensen
10. Páll Klettskarð
11. Klæmint A. Olsen

ÓBRÚKTIR LEIKARAR:

16. Teitur M. Gestsson (GK)
14. Jan Ellingsgaard
15. Sørmundur Á. Kalsø
17. Jógvan Isaksen
18. Gustav Sørensen

 

ÚTSKIFTINGAR:

27. min. » 12. Dánjal á Lakjuni « 11. Klæmint A. Olsen

90. min. » 13. Kaj Leo í Bartalstovu « 8. Dánjal Rói Olsen