U23-kapping við bara føroyskum leikarum

Í eini roynd at menna kvinnuhondbóltin hevur HSF gjørt av at skipa fyri eini serligari U23-kvinnukapping, har bert føroyskir leikarar kunnu taka lut.

Hondbóltsmenning

Hesi seinnu árini hava føroysku hondbóltsliðini styrkt seg við útlendskum leikarum, og serliga hjá kvinnuliðunum hevur hetta havt við sær, at tað hevur verið truplari hjá ungum føroyskum leikarum at sleppa framat.
Hondbóltssamband Føroya hevur tí gjørt av at byrja eina serliga U23-kapping fyri kvinnur, har bert føroyskir leikarar kunnu luttaka.

Fáa fleiri leikarar við
Endamálið við U23-kappingini er sjálvsagt fyrst og fremst at fáa ungar føroyskar leikarar meiri við, og eisini at fáa fatur á yngri leikarum, sum koma av plássum, har einki veruligt kvinnulið er frammanundan.
Kappingin verður skipað á tann hátt, at hon verður løgd nøkur vikuskifti, har spælt verður bert í U23-kappingini. Hetta merkir, at Sunset-kappingin liggur still hesi vikuskifti, og tí fara allir teir yngru leikararnir at verða tøkir til kappingina.
At tað bert eru føroyskir leikarar, ið kunnu taka lut í U23-kappingini, kann kanska tykjast sum um, at HSF ger mismun, men hetta verður víst aftur í hondbóltssambandinum.
Sagt verður, at bæði í Noreg og Danmark eru slíkar kappingar, og tær hava givið góð úrslit fyri landsliðini hjá hesum londum.
Til dømis kann nevnast, at tá ið EM fyri kvinnur var seinast, vóru tað júst Noreg og Danmark, sum endaðu á teimum báðum fremstu plássunum, hóast bæði liðini høvdu skift størsta partin av liðnum út undan kappingini.
Tí vónar HSF, at nýggja stigtakið kann styrkja munandi um føroyska kvinnulandsliðið næstu árini.