Ude Af Kontrol framføra klokkan 17:00

Klokkan 17:00 verður tað hiphop og rap, sum yvirtekur vágsbotn

 

 

 

 

Ude Af Kontrol eru kendir fyri sínar skitnu tekstir og nógvu orkuna teir hava tá teir trýna á pallin.

 

Ude Af Kontrol eru ein av teimu mongu fesku bólkunum á marknaðinum, ið vit koma at hoyra á Voxbotn í kvøld. Vit skulu aftur til 2014 tá Daniel Balken, Munken og Joachim Englando funnu saman og byrjaðu at framleiða hendan stoytandi og ráa tónleikin, har teir altíð skumpa markið.

 

Teir hava mestsum sjálvir megnað at skapt ein nýggjan stíl og hugburð í donskum tónleiki – og hava samstundis rokkið einum heilt sjáldsamum populariteti á danska pallinum. Sjálvir presenterað teir stílin sum teirra  ”serstaka og villa Melbourne/bounce univers”.

 

Við løgum, sum ”nå”, ”Op å”, ”O.M.G”, "Fuckboi", "Det Halve Ku' Være Nok", ”3xK”, ”Skru op”, ”The remix”, "Suger Coke Fra Dit Røvhul", ”Velsignet (Har det godt pt. 2)”, ”Snehvide med de 7 små poser” og ”Jantelov” hava teir fyri langari tíð síðani fingið omanfyri 260 milliónir spælingar á Spotify.

 

Eingin ivi um, at tað verður eitt svakt upplivilsi á Voxbotn klokkan 17:00 – men minst til at hava oyraproppar við um tú ert viðkvæm/ur!