Tað skrivar bold.dk í dag.
Udsen og EB/Streymur hava skrivað undir sáttmála, sum knýtir hann at felagnum í 2011. Tað verður væntandi hansara seinasta kappingarár í Føroyum, sigur hann við donsku heimasíðuna.
- Vit skuldu finna eina fíggjarliga loysn. Eydnaðist tað ikki, hevði eg skift til Vanløse, og Michael Madsen, venjari, skilir mína støðu. Eg treivst væl í Føroyum, og eg havi lært nógv. Eg stevni aftur til Danmarkar eftir kappingarenda í ár, og so fáa vit at síggja, hvat eg ætli, sigur Daniel Udsen, sum leggur dent á, at EB/Streymur skal finna føroyameistaraheitið í ár.
Daniel Udsen skifti til EB/Streym undan kappingarbyrjan í fjør. Hann hevur spælt fimm altjóða skrásettar landsdystir fyri Føroyar.
Udsen hevur áður umboðað FC Vestsjælland, FC Amager, Fremad Amager, Greve og Albertslund.