Bæði Ongland og Ungarn hava fingið bøtur, tí viðhaldsfólkini ikki hava uppført seg eftir reglugerðunum. Tað kostar enska Fótbóltssambandinum 225.000 krónur, meðan ungarska Fótbóltssambandið hevur fingið eina bót á 750.000 krónur.
Tað enska Fótbóltssambandið hevur fingið eina bót á 225 túsund krónur, fyri vánaligan atburð frá áskoðarunum, tá Ongland vann á Danmark í hálvfinaluni á Wembley. Tað boðar UEFA frá. UEFA boðaði fyrst frá, at tað fór at kanna eitt mál við trimum ákærum móti ensku viðhaldsfólkunum, fyri brot á reglurnar.
Tey brotini vóru brúka av lasara móti Kasper Schemiechel, tá Ongland fekk brotsspark. Fyri at ýla og órógva tjóðsangin hjá Danmark, og at skjóta við fýrverki. UEFA hevur nú boðað frá, at tað gevur eina bót á 30.000 evrur. Tað svarar til 225.000,- krónur.
Ungarn hevur fingið sína bót fyri diskriminerandi atburð frá ungarsku áskoðarunum. Umframt eina bót á 750.000 krónur, so skal Ungarn spæla uttan áskoðarar komandi tríggjar dystirnar. Tann triði dysturin er treytaður av, at tað hendir aftur innfyri komandi trý árini.