UEFA-formaður: Tey smáu londini skulu eisini vera við

Fótbóltur: Tað verður framhaldandi aðalmálið hjá UEFA, at øll tey europeisku londini, eisini tey smáu, skulu hava møguleika at verða við í kappingunum hjá felagsskapinum

Eins og pávin, statsleiðarar, kongar og drotningar koma við sínum jóla- ella nýggjársboðskapi, kom eisini formaður í europeiska fótbóltsfelagsskapinum, UEFA, við sínum boðskapi um jólini.

Lennart Johansson, sum er svii og áður hevur víst seg sum góður stuðul hjá føroyskum fótbólti, gjørdi í greinini, sum varð prentað í blaði hjá UEFA, greitt, at tað framyvir eisini verður pláss fyri teimum smáu tjóðunum í kappingunum hjá UEFA.

Tað er stundum ágangur frá teimum stóru londunum um at sleppa undan at dystast við nógv veikari og smærri europeisku fótbóltstjóðirnar, men maktfulli UEFA-formaðurin vil ikki hoyra talan um hetta.

? UEFA fer eisini framyvir at tryggja øllum teimum 51 europeisku fótbóltstjóðunum møguleika at luttaka í øllum kappingunum hjá UEFA, bæði fyri landslið og feløg, sigur Lennart Johansson.

? Saman við miðvísa arbeiðnum hjá hvørjum einstøkum fótbóltssambandi hevur hetta verið viðvirkandi til, at støðið á europeiska fótbóltinum er nógv hækkað. Í dag eru tað ikki bert sjey ella átta sterkar fótbóltsjóðir, men heldur 15 ella 20, sum eru javnt sterkar.

? Fótbóltur kennir eingi mørk, og nýggir møguleikar skulu allatíðina roynast fyri at tryggja at spælið eisini framyvir verður undirhaldandi og spennandi. HM-endaspælið í Fraklandi í summar fer at vísa øllum heiminum, at fótbóltsspælið er á rættari leið nú nýggja ártúsundið nærkast.

18. januar verður fyrsta stóra tiltakið hjá UEFA í ár, tá 49 europeisk lond (Bosnia og Andorra fyri fyrstu ferð) verða við í stóra og spennandi lutakastinum um hvussu bólkarnir til EM í ár 2000 skulu síggja út.