UEFA fundur: EM er útsett

Tað boðar millum annað norska fótbóltssambandið frá

Tað tykist nú púra greitt, at EM2020-endaspælið verður útsett til summar 2021. Evropesiska fótbóltssambandið, UEFA, hevur ikki endaliga staðfest tíðindini, men norska fótbóltssambandið hevur váttað tíðindini í Twitter.

Norska fótbóltssambandið skrivar, at EM-endaspælið verður frá 11. juni til 11. juli 2021. Fleiri altjóða miðlar siga seg eisini hava keldur á fundinum, sum vátta tíðindini. Við at flyta EM-endaspælið verður gjørt pláss fyri, at landskappingarnar kunnu avgreiðast seinni í summar.

Tað hevur leingi ljóðað, at EM-endaspælið verður flutt, men tað verður ikki endaliga avgjørt fyrr enn á fundi, sum er í løtuni. Hetta er ein fundur millum øll 55-limalondini í UEFA. Seinni í dag skal so nevndin í UEFA eisini fundast og taka endaliga avgerðina.

Í gjár kundi danski miðilin, BT, boðað frá at UEFA hevur avlýst allar bókingar av gistingarhúsum í Keypmannahavn til í summar. Danski høvðusstaðurin er ein av 12 vertsbýum til EM-endaspælið.