Tá Skotland herfyri basti fraklendingum 1-0, ákærdi franski landsliðsvenjarin skotsku bóltdreingirnir fyri at drýggja tíðina og ikki tveita bóltarnar inn aftur á vøllin. Franski landsliðsvenjarin, Raymond Domenech, vísti eftir dystin á, at bóltdreingirnir góvu sær alt ov góða stundir til at fáa bóltarnar inn aftur á vøllin. Hesar atfinningar skrivaðu bæði dómarin og UEFA-hjálparin í frágreiðingina eftir dystin, og tað hevur nú við sær, at Skotland hevur fingið eina almenna ávaring frá UEFA.
Um seinu bóltdreingirnir vóru beinleiðis orsøkin til, at Skotland vann dystin, sigur søgan onki um, men kanska áttu føroyingar at kært hesar somu bóltdreingir fyri at vera ov grammar at tveita bóltin inn á vøllin, tá Føroyar spældi í Skotlandi...