UEFA: Her er leikbannið hjá Marko Arnautovic

EM 2020: Marko Arnautovic hevur fingið leikbann fyri rasistiskan málburð

UEFA hevur givið Marko Arnautovic leikbann í ein dyst, eftir at eysturríski áleyparin brúkti málburð við rasistiskum og politiskum undirtónum, eftir at hann hevði skorað móti Norðurmakedónia í fyrsta umfarinum í bólkaspælinum.

 

Tað var eftir at hann skoraði til 3-1 móti Norðurmakedónia, at Marko Arnautovic rópti ymiskt við rasistiskum undirtónum. Áleyparin hevur serbiskar røtur og rópti ymiskt við rasistiskum og politiskum undirtóna, eftir norðurmakedónska Ezdjan Alioski. Ezdjan Alioski hevur røtur úr Albania. Marko Arnautovic hevur á sosialu miðlunum biðið um umbering, og sigur seg als ikki verða rasist.

 

– Eg vil gera eitt púra greitt. Eg eri ikki rasist. Eg havi vinir í næstan øllum londum, og eg virði margfeldi. Øll, sum kenna meg, vita tað, skrivar Marko Arnautovic.

 

UEFA hevur givið honum leikbann í ein dyst, fyri at niðurgera ein mótstøðuspælara. Tað eru tey, sum halda at Marko Arnautovic slapp bíliga, tí sambært reglugerðini um rasistiskan málburð, so kundi hann fingið upp til tíggju dystir leikbann.

 

Eysturríki spælir í kvøld móti Hollandi. Tað verður uttan Marko Arnautovic, sum til tíðir er umstríddur og kann best lýsast sum tann eysturríski Zlatan Ibrahimovic.