EM undankappingardysturin millum Serbia og Albania, sum fyrr í hesum mánaðinum bleiv avblástur, hevur fingið eitt eftirspæl frá UEFA, ið hevur dømt Serbia at vinna og missa trý stig.
Dysturin bleiv avblástur, tá ein drona kom flúgvandi inn á leikvøllin í Beograd við einum Stór-Albanskum flaggið. Dómarin steðgaði fyribils dystinum, men tá ein spælari hjá Serbia valdi at taka flaggið niður kom øði í grindina. Spælarar, hjálparfólk og áskoðarar fóru til hendurs. Tað heila endaði við, at bæði liðini fóru rennandi av vøllinum. Síðani noktaði albansku spælararnir at fara á vøllin aftur.
Serbia verður nú dømt at vinna dystin 3-0, men verður samstundis frátikið trý stig. Bæði londini hava fingið eina bót upp á áleið 750.000 krónur. Umframt tað, so sleppur Serbia ikki at hava áskoðarar til tveir teir komandi heimsdystirnar. Í Albania eru tey ónøgd um, at Serbia verður dømt at vinna dystin.
- Vit eru ónøgdir við, at Serbia fær sigurin á skriviborðinum. Vit høvdu væntað tað umvenda og eru als ikki samdir avgerðini hjá UEFA. Við kæra dómin og søkja rættvísi, sigur aðalskrivarin í albanska fótbóltssambandinum, Ilir Shulku.
Serbia og Albania eru í bólki I, sum eisini telur Danmark, Portugal og Armenia.