UEFA valt sítt valevni

Eftir at ein toppur og annar verða ákærdir fyri mutur, hevur UEFA nú kunngjørt eitt nýtt valevni sum FIFA-forseta.

Starvsnevndin í UEFA hevur nú sett navn á teirra valevni til sessin sum forseti í FIFA. Sepp Blatter, sum vann forsetavalið fyrr í ár, varð fyrst kroystur at leggja frá sær, og síðani skuldsettur fyri mutur av sveitsisku løgregluni. Síðani eru fleiri aðrir leiðarar í altjóða fótbólti skuldsettir og undir eftirliti av etisku nevndini í FIFA, teirra millum forsetin í UEFA, Michel Platini og týska stjórnan, Franz Beckenbauer.

 

Forsetaval í FIFA verður í næstum, men striltið er at fáa valevni á listan, tá etiska nevndin blívur við at almannakunngera nøvnini á nýggjum persónum, sum nevndin hyggur nærri at.

 

Tó so, nú hevur starvsnevndin í UEFA kunngjørt, hvør verður teirra valevni. Valið er fallið á Gianni Infantino, aðalskrivara í UEFA.

- Vit meina, at Gianni Infantino hevur allar eginleikarnar, sum krevjast, fyri at møta teimum komandi avbjóðingunum og at føra felagsskapin á eini leið til endurnýggjan fyri at endurbyggja heiðursemi og trúvirði hjá FIFA, skrivar starvsnevndin.

 

Hon sigur, at Gianni Infantino hevur víst sum ein sera dugnaligan stjóra í UEFA og hevur megnað at ment sterk sambond við fótbóltsáhugað um allan heimin.

- Hann hevur longi talað fyri tørvinum á broyting og á endurnýggjaðari mennin í FIFA og vildi ført við sær eina kveikjandi og vitandi rødd upp á toppin í felagsskapinum, sum stjórnar heimsfótbóltinum. 

 

Gianni Infantino er løgfrøðingur og hevur verið aðalskrivari í UEFA síðani 2009. Hann hevur spælt ein týðandi leiklut í at menna lið og landslið í Evropa og virðingina fyri UEFA. Hann er ein av undangongumonnunum handan Financial Fair Play reglurnar hjá UEFA, sum skulu gera fótbóltsfeløgini burðardygg, og hevur staðið á odda at økja fíggjarliga stuðulin til tjóðarsambondini.